Fá ítøkilig amboð, sum økja tín sálarliga treystleika umframt snildfon-app til viðlíkahald og trygging av varandi gagni.
Endamál
Sálarligur treystleiki er ikki nakað tú antin hevur – ella ikki hevur. Tað er ein sálarligur førleiki, sum kann venjast.
Allastaðni verður størri smidleiki (fleksibilitetur) og effektivitetur kravdur av okkum, og tað krevur sálarligan treystleika at halda fast við eldhugan, at menna seg og at sleppan undan strongd.
Endamálið við venjingini er at geva tær amboð, so at tú kanst venja tín sálarliga treystleika upp, so tú verður betri før fyri at handfara tínar fakligu og arbeiðsligu avbjóðingar.
Málbólkur
Øll, einstaklingar, leiðarar og starvsfólk – sum ynskja at betra um trivna, arbeiðsgleði, fokus og fyribyrgja strongd.
Úrtøka av skeiðinum.
- innlit í egið sálarligt tilfeingi, og hvussu tú fær tað í spæl
- ítøkilig amboð sum økja tín sálarliga treystleika
- eina persónliga venjingar-app til viðlíkahald av venjingini
- eina VIA PRO rapport við nágreiniligum lýsingum av tínum styrkjum + (møguleiki) eina persónliga styrkigrundaða samrøðu (coaching).
- MRT Survey sum mátar tín sálarliga treystleika áðrenn og eftir venjing
Innihald
Í tríggjar dagar lærir tú um teir einstøku treystleikatættirnar og lærir at brúka mátar og amboð sum hoyra til, sum tilsamans kunnu brúkast til at økja um tín sálarliga treystleika.
Tú lærir mátar til:
- at greina trupulleikar, seta teir í eitt størri høpi
- at loysa kenslurnar frá – vit ERU ikki okkara kenslur
- at savna teg um tað, sum veruliga ber til at stýra við realistiskum bjartskygni
- at samskifta positivt og at styrkja títt netverk
- at ansa eftir tær sjálvum við handfaring av strongd og meditatión
- at skilja og fáa tínar sálarligu styrkir og tilfeingi í spæl
Tað hevur stóran týdning fyri at fáa varandi úrslit, at venjingin verður hildin við líka. Tí hava vit eina sermenta app til snildfon, sum við leiðbeiningum og áminningum stuðla uppundir at styrkja og halda við líka teir “sálarligu vøddarnar”. (Møguleiki) Undan skeiðinum fært tú tilboð um eina einstaklinga samrøðu við grundarlagið í tínari persónligu styrkiprofil, har tú fært møguleika til at kava niður í og fáa eina týðiligari mynd av tínum styrkjum.
Treystleikatættirnir
Tað eru 5 treystleikatættir (vístir á myndini), sum hava samband sínámillum – og sálarligur treystleiki sum førleiki snýr seg í grundini um, hvørt tú ert før fyri at fáa allar førleikarnar í spæl í senn, tá ið “hart leikar á”.
Hugsan og handfaring av trupulleikum
Hugsan og handfaring av trupulleikum snúgva seg um okkara innara greiningarmynstur av umheiminum. At kunna greina trupulleikar og loysa kenslurnar frá, at gáa um tankafellur, og gáa um nær tað er eitt objektivt prógv fyri einum sambandi, gevur eitt størri innlit í avbjóðingar og hjálpir okkum at taka røttu avgerðirnar.
Positivar kenslur
Realistiskt bjartskygni ger okkum før fyri at savna okkum um tað, vit ítøkiliga kunnu stýra. Positivar kenslur forða fyri, at vit bara síggja eina loysn. Tær ávirka heilan soleiðis, at vit kunnu síggja fleiri møguleikar, tá vit fáa avbjóðingar og geva okkum sostatt eitt breiðari úrval av møguleikum at virka á. Umframt hetta er samband millum positivar kenslur og økt avrik í arbeiðslívinum.
Positiv sambond
At hava eitt netverk – og at brúka tað í trongstøðu – hevur avgerandi týdning fyri okkara sálarliga treystleika. Størri sosialir førleikar til samskifti styrkja sambond við onnur, økja
okkara kropsliga og sálarliga treystleika, umframt at økja okkara evni at virka í toymum í mun til arbeiðslívið.
Sjálvstýring
Sjálvstýring er, at duga at vera rólig og hava yvirlit í trongstøðu. Sjálvstýring snýr seg eisini um at kunna rúma egnar og kenslur hjá øðrum. Sjálvstýring hjálpir okkum til at virka uppbyggiliga, tá vit eru undir trýsti.
Styrkir
Gransking vísir, at menniskju, sum brúka teirra styrkir í arbeiðinum eru meira sálarliga treyst, uppliva minni strongd, eru meira hugagóð í arbeiðinum og avrika betri. At hava innlit í egnar styrkir er ein fortreyt fyri at brúka tær. Finnast kann fram til styrkir við spurnablaðnum VIA Inventory of Strenghts, sum fyribils eru brúkt av fleiri enn 3 milliónir fólkum um allan heim.
Ella fá meir at vita við at ringja ella skriva og hoyr meir um møguleikar og kostnað.