Um sálarligan treystleika

Allastaðni í samfelagnum vaksa krøvini um meiri smidleika (fleksibilitet), dugnaskap og effektivitet. Avleiðingin er áhaldandi umskipingar og fyribils skipanir. Tað krevur sálarligan treystleika at sleppa undan strongd og at kunna stýra í einum arbeiðslívi eyðkent av skjótum broytingum.

Granskað hevur verið í sálarligum treystleika (resilience) í meira enn fimm áratíggju. Grundað á nýggjastu heilagranskingina vita vit í dag, at heilin er broytiligur (plastiskur) og mennist alt lívið. Vit vita eisini, at sálarligur treystleiki ikki er nakað, tú antin hevur ella ikki, men harafturímóti er nakað vit hava í ymiskum stigum.

Sálarligur treystleiki er ein sálarligur førleiki, sum hjálpir okkum til at handfara mótgongd, strongd og avbjóðingar, og eisini til at fara væl um okkum sjálvi. Góðu tíðindini eru, at tað ber til at venja sálarliga treystleikan upp – tað arbeiða vit við!

Tvørturum vísindaligar sálarligar greinir hava tey funnið fram til nakrar treystleikatættir, sum hava samband sínámillum og sum í samanspæli viðvirka til at styrkja okkara sálarliga treystleika.

 

 

 

 

Comments are closed.