Nýggj norðurlendsk leiðslugransking
Leiðslubólkar enda alt ov ofta í einum skýmaskoti ella sum ein forðing fyri menning í organisatiónum, og ikki sum ein orkudepil ella dynamo, sum ætlanin var og átti at verið. Tað kemur fram í nýggjari norðurlendskari gransking um úrslitagóðar leiðslubólkar. Kanningin vísir á, at ringast stendur til í ovastu leiðslubólkum, leiðararnir meta at heilt upp móti helminginum av tíðini, har leiðslubólkurin er saman, kennist sum tíðarspilla og gagnleys.
Greinin er skriva við íblástri og týddum brotum frá greinini “Sådan bliver din ledergruppe effektiv”, eftir journalist Annemette Schultz Jørgensen í “Ledelseidag.dk nr. 4, april 2015”.
Leiðslubólkar gerast áhaldandi meiri avgerandi, tá ið organisatiónir skulu skapa samanhang og effektivitet. Heili átta av tíggju donskum fyritøkum nýta leiðslubólkar til at samskipa tað veksandi talið av tvørgangandi arbeiðsuppgávum og tilgongdum, sum eyðkenna smidlig og torgreidd arbeiðspláss, og tað er tað ein góð orsøk til. Kanningin vísir, at tað er beinleiðis samanhangur millum arbeiðslagið og virkisføri í leiðslubólkunum og úrslitið í organisatiónunum. Men tað er alt ov sjáldan at arbeiðslagið og virkisføri virka væl vísir kanningin.
Sambært nýggju norðurlendsku granskingarverkætlanini, uppliva leiðarar sjálvir, at 30 % av teirra tíð í leiðslubólkinum er beinleiðis tíðarspilla. Ringast er hjá ovastu leiðslubólkum, ovastu leiðarar meta, at helvtin av tíðini, sum verður brúkt til leiðslufundarvirksemi, er beinleiðis úrtøkulítil og at lítið og onki fæst burturúr.
Leiðslubólkar liva langt burtur frá upp til væntanirnar og potentialið. Teir eru merktir av ógreiðum endamálum, innanhýsis valdsstríði og vánaligum samstarvstilgongdum, og enda tí ofta sum ein forðing fyri menning og framleiðslu heldur enn orkudepil fyri menningini í organisatiónini, sum ætlanin var. Og tað er ein trupulleiki, tá ið fleiri og fleiri arbeiðstilgongdir og avbjóðingar, sum eyðkenna dagsins fyritøkur, bert kunna loysast í tvørgangandi arbeiðsbólkum.
Tað eru Thorkil Molly-Søholm, studielektor í leiðslu á Aalborg Universitet, AAU, sálarfrøðingurin og lektorin Claus Elmholdt eisini frá AAU, lektor á Oslo Universitet Henning Bang og norski serfrøðingurin í leiðslubólkamenning Thomas Midelfart, sum hava staði fyri granskingarverkætlanini. Granskingarverkætlanin er tann fyrsta av sínum slag í norðurlondum, hon kastar ljós á, hvat tað er, sum ger leiðslubólkar úrtøkugóðar og minni úrtøkugóðar, og um tað er munur á ymiskum leiðslu stigum (pipeline). Verkætlanin er útkomin í bók við heitinum ”Effektive ledergrupper”. Verkætlanin samlar alla vitan frá altjóða gransking seinastu 40 árini umframt norðurlendska gransking frá 2012 um ovastu leiðslubólkar. Framferðarhátturin hevur verið við kvantitativum spurnabløðum og kvalitativum interviewum millum 76 leiðslubólkar í 17 almennum og privatum fyritøkum. Granskingin kannar hvat ger lutfalsliga ovastu leiðslubólkar, millumleiðslubólkar og bólkar á framleiðslustigi úrslitagóðar og minni úrslitagóðar.
Leiðarar kenna seg hava mest ábyrgd á sínum øki.
Sambært granskarunum er forstáilsi fyri leiðslubólkum so lítið, tí leiðararnir í dag fyrst og fremst eru settir í leiðslustørv, sum vara av økjum við ábyrgd fyri einum bólki av starvsfólkum, hesi verða teir eisini mettir upp ímóti. Ikki fyrr enn í aðru atløgu verða teir av sær sjálvum partar av einum leiðslubólki.
Tað merkir, at leiðarar uppliva, at teirra høvuðsleikvøllur og staðið, har teir fyrst og fremst skulu framleiða, liggur eitt annað stað enn í leiðslubólkinum. Hettar kemur fram við, at flestu leiðararnir bert hava eina veika kensla av, hvat tað eru fyri úrslit teir í roynd og veru skulu veita, har teir skulu brúka leiðslubólkin. Og tá ið teir tosa saman um tað, eru teir ofta innanhýsis ósamdir um hvat endamálið er við at møtast.
Leiðarar venja ofta nógvar aðrar arbeiðstættir so sum strategi, fígging og at loysa ósemjur, men ikki at virka og framleiða úrslit ígjøgnum ein leiðslubólk. Tí kunnu 99,9 % av leiðarunum í dag í roynd og veru ikki seta orð á, hvørji úrslit ein organisatión tørvar, at limirnir í leiðslubólkurin veita saman, sigur granskarin.
Ovastu leiðslubólkar eru teir minst úrtøkugóðu
Eitt av teimum undrunarsomu úrslitunum frá kanningini er, at tað er ein skipaður munur á, hvussu úslitagóðir leiðslubólkar eru á ymiskum leiðslustigum. Og at meginreglan er, at leiðslubólkar gerast minni og minni úrslitagóðir jú longi uppi í organisatiónini teir eru. Í norðurlendskari gransking frá 2012 kom fram, at ovastu leiðarar meta at upp móti 40 % av tíðini, teir eru samlaðir í leiðslubólki, er beinleiðis tíðarspilla og snøgt sagt óvirkin.
Vit kunnu miðvíst síggja, at ovastu leiðslubólkar eru minst úrslitagóðir, og at millumleiðslubólkar eru næstminst úrslitagóðir, meðan leiðslubólkar á framleiðslustigi eru teir mest úrslitagóðu, sigur granskarin, og heldur áfram.
Ein orsøk er, at persónprofilarnir hjá leiðarum vanliga eru annarleiðis enn hjá øðrum. Serliga millum ovastu leiðarar. Har er ofta talan um sterkar alfahannar/honir, sum gjarna vilja ávirka, ráða, og seta dám á og hava fylgisneytar. Tað merkir at ovastu leiðarar ikki eru serliga góðir bólkaspælarar. Tað ger teirra samstarv trupult og ofta merkt av ósemjum, politiskum dagsskráum og innanhýsis valdsstríði, sigur hann.
Størst sannlíkindi fyri ósemjum í ovastu leiðslubólkum.
Ein onnur umráðandi orsøk, til at ovastu leiðslubólkar vanliga virka illa, er, at evnini, sum teir samstarva um, innihalda nógv fleiri ósemjumøguleikar, enn samstarvsevnir longri úti í organisatiónini.
Uppgávan hjá ovastu leiðslubólkum er at skapa og allýsa eina breyt, har øll hini kunnu virka á. Tað er í ovastu leiðslubólkinum at rammurnar verða givnar og tilfeingi deilt, tað er altso her at avgerandi raðfestingarnar verða gjørdar fyri alla organisatiónina. Tað merkir at ósemjumøguleikarnir millum ovastu leiðararnir eru nógv fleiri og størri enn hjá eitt nú leiðarum á framleiðslustigi, sum eru í maskinrúminum, har uppgávurnar eru greiðari og ósemjustigið lægri. Í maskinrúminum er ikki talan um tvørfakliga leiðslu á sama stigi, sum í ovastu leiðslubólkinum, tað ger samstarvið einfaldari og ósemjustigið lægri. Hesin munurin er avgerandi fyri, at ovastu leiðslubólkarnir oftani koma at forða fyri tvørgangandi ætlanum at gera organisatiónina virknari, sum fyritøkur í dag eru meiri og meiri bundnar av.
Hvat kann betrast?
1. Fyrsta treytin fyri úrslitagóðum leiðslubólkasamstarvi er, at leiðslubólkurin greitt kennir endamálið við bólkinum og hevur greiðar og eintýddar uppgávur.
Uttan at vera samdir, so nevna leiðararnir sjálvir ymisk ting, sum teir meta eru leiðslubólkauppgávur, stýra verkætlanum, vitanardeiling og kunning, óbindandi leiðslunetverk, meðan onnur meta, at leiðslubólkurin er til fyri at taka bindandi og endaligar avgerðir.
2. Tali av limum skal vera hóskandi, ov nógvir limir gera bólkin úrslitalítlan.
Hetta var eisini eitt av undranarverdu úrslitunum frá kanningini. Orsøkin er helst hon, at jú færri limir eru í bólkinum, tess skjótari og einfaldari er tað at seta seg inn í tilfar, bakgrund, kompetensur og umstøður hvør hjá øðrum.
Ein annar táttur er, at leiðslubólkar oftani eru mannaðir við sterkum persónligheitsprofilum, og at tað tí gerst truplari at finna semjur, jú fleiri limirnir eru.
Ein triði táttur er fyribrigdi ”social loafing”. Jú størri bólkurin er, tess minni ávirkan hevur hvør einstakur, og tess minni gerst ognar- og ábyrgdarkenslan hjá einstøku limunum. Her kunnu nøkur skjótt koma at koyra fríhjól, og lata onnur gera arbeiðið fyri seg.
3. Leiðslan av bólkinum má vera týðilig og samskiftisevnini mugu vera á einum høgum støði.
Eitt er at fáa fortreytirnar fyri góðum samstarvi í rættlag, eitt annað er at fáa skilagóðar samstarvstilgongdir.
Tað eru fleiri tættir sum serliga gera seg galdandi, ein er týðiligt samskiftið, og ein annar er, at bólkurin saman er førur fyri at skapa munagóðar avgerðartilgongdir og at taka avgerðir, meðan ein triði er, at bólkurin evnar at gagnnýta ymisleikan og ymisku styrkirnar hjá limunum.
Týðilig bólkaleiðsla er eisini ein týdningarmikil táttur. Her er ikki bert talan um at geva ordrar og at skera í gjøgnum. Men heldur umvent at leiða samskiftið í bólkinum, og at tryggja gagnnýtsluna av ymisku komptensunum og vitanini hjá øllum limunum, og at orkestrera hetta á ein hóskandi hátt.
Steðgur til umhugsan av leiðslubólkinum og leiðslubólkaskipanini.
Tað, sum kundi verði hugsa um, er:
-
Hevur leiðslubólkurin eina greiða felags høvuðsuppgávu at loysa saman?
-
Er skapið á leiðslubólkinum tað rætta, ella eigur tað at verða mentur ein øðrvísi leiðslustrukturur?
-
Hevur leiðslubólkurin tað røttu støddina og samansetingina av limum?
-
Hevur leiðslubólkurin nøktandi sjálvsinnlit og er grundarlagi fyri sunnum relatiónum og avgerðartilgongdum á hóskandi stigi?
-
Verður leiðslubólkurin brúktur til tað rætta, eitt nú at knýta uppgávurnar upp á tvørs av organisatiónini saman?
-
Hevur leiðslubólkurin tær røttu umstøðurnar og tilfeingið at virka í og við?