Tekin um ójavnvág í toyminum

Tekin, sum benda á at toymið ella arbeiðsbólkurin hevur brúk fyri eftirliti, t.d. at hyggja uppá bólkadynamikkin, trivnaðin, strukturin, mannagongdir og møguliga gera tillagingar.

 

  • Ymiskar fatanir av hvat endamálið og høvuðsuppgávan er!
  • Ógreitt hvør er partur av bólkinum!
  • Tað er trupult at skifta limir í bólkinum!
  • Íkastið hjá øllum verður ikki virðismett og viðurkent líka nógv!
  • Tað eru smærri klikur í bólkinum!
  • Tað ber ikki til at tosa um og viðgera ónøgd og trupul viðurskifti, og tað er ikki ein felagsmynd av, hvat er gali!
  • Tað er trupult at hava fokus á høvuðsuppgávuna, seinastu freistir eru ógreiðar ella verða fluttar, toymi hevur ov nógv at gera, trupulleikar venda aftur og aftur!
  • Tað ber ikki til frítt at samskifta um kenslur og meiningar!
  • Bólkurin kennist ótryggur og rúmd er ikki fyri ymisleikanum hjá limunum!
  • Bólkurin realitetstestar ikki seg sjálvan, og hevur tað trupult við at laga seg til skiftandi umstøður, geva afturmelding og rætta skeivleikar!
  • Tað er trupult at taka avgerðir ella leiðarin fær ikki fylgiskap!
  • Tað er trupult at samskifta og samstarva við aðrar bólkar og skipanir!

Comments are closed.